Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Tíðindi

Foreldrafundur 11. oktobur

Almennur foreldrafundur í Stranda skúla

Sjálvsvirðið

 

Hóskvøldið 11. okt., kl. 19:00 verður almennur foreldrafundur í Stranda skúla

Jógvan Fríðriksson heldur fyrilestur um evnið “Sjálvsvirði í almenna rúminum”

 

Eisini verður uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið 13. nov., valevnislistar verða gjørdir


Møti fjølment

Skúlastýrið

Foreldrafundur í hádeildini

foreldrafundFelags foreldrafundur í Hádeildini mikukvøldið  3. oktober klokkan 18.00
Felags foreldrafundur verður í Hádeildini (7., 8., 9., 10. flokkur). Fundurin verður í fimleikahøll skúlans frá klokkan 18.00 – 20.00

 

•    Mál á skránni:
•    Hvussu verður Hádeildin skipað
•    Hvat virðisgrundarlag byggir hon á
•    Verkætlan
•    Felags tiltøk í Hádeildini
•    Heimasíða skúlans
•    Heimasetningur hjá Hádeildini á heimasíðu
•    Teldlar

Ein kaffisteðgur verður miðskeiðis á fundinum, har foreldur hava møguleika at práta við lærararnar

Vinaliga lærararnir í Hádeildini.

Nýggja heimasíðan hjá Stranda skúla

Mynd fors Vit í Stranda skúla eru fegin um at vit hava fingið nýggja heimasíðu. Saman við skúlastýrinum hava vit leingi havt ynski um at dagføra heimasíðuna. Sjóvar kommuna hevur játtað pening til hetta arbeiðið,  og tað takka vit fyri.
Vit meta, at tað er av stórum týdningi hjá einum skúla at hava eina nutíðarhóskandi heimasíðu. Okkara ynski er, at heimasíðan verður livandi og nógv brúkt. T.d. er ætlanin at heimasetningarnir skulu verða dagførdar her fyri allar flokkar. Eisini er ætlanin, at lærararnir javnan skulu leggja ymiskt tilfar inn frá flokkunum, soleiðis at tað verður lætt hjá foreldrunum at fylgja við, hvat verður arbeitt við í skúlanum.

 

 

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

Ipad Strendur

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing