Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Tíðindi

Rennidagur

renningardagur

Tann árligi rennidagurin í Stranda skúla verður mikudagin 10. oktober kl. 08.00.

Runnið verður inn á Prestá á Skála.

Stranda skúli var tann skúlin, ið rann flest km. í miðal seinasta ár. Hetta er nakað, ið vit aftur vilja royna í ár.

Seinast vóru tað 4 næmingar, ið runnu heilt maraton. Teir vóru: Carl Rasmussen, Sjúrður Arnason, Simona á Fríðriksmørk og Ari Olsen. 

Stranda skúli vil heita á allar bilførarar, um at ansa eftir næmingunum, tá runnið verður.

Foreldrafundur 11. oktobur

Almennur foreldrafundur í Stranda skúla

Sjálvsvirðið

 

Hóskvøldið 11. okt., kl. 19:00 verður almennur foreldrafundur í Stranda skúla

Jógvan Fríðriksson heldur fyrilestur um evnið “Sjálvsvirði í almenna rúminum”

 

Eisini verður uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið 13. nov., valevnislistar verða gjørdir


Møti fjølment

Skúlastýrið

Foreldrafundur í hádeildini

foreldrafundFelags foreldrafundur í Hádeildini mikukvøldið  3. oktober klokkan 18.00
Felags foreldrafundur verður í Hádeildini (7., 8., 9., 10. flokkur). Fundurin verður í fimleikahøll skúlans frá klokkan 18.00 – 20.00

 

•    Mál á skránni:
•    Hvussu verður Hádeildin skipað
•    Hvat virðisgrundarlag byggir hon á
•    Verkætlan
•    Felags tiltøk í Hádeildini
•    Heimasíða skúlans
•    Heimasetningur hjá Hádeildini á heimasíðu
•    Teldlar

Ein kaffisteðgur verður miðskeiðis á fundinum, har foreldur hava møguleika at práta við lærararnar

Vinaliga lærararnir í Hádeildini.

Floksheimasíður

Strandaskúli

Skúlavegur 7

Fo-490 Strendur

Tel. 472730

Skúlastjórin

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  

tlf: 472732/232730

 

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

iPad vegleiðingar

video

Tíðindabræv

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing