Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan

Tað eigur at vera ein rættur hjá øllum næmingum at kenna seg tryggar í skúlanum. Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum góðum læriumhvørvi. At læra krevur tí, at tú hevur álit á lærarum og hinum næmingunum og trívist í umhvørvinum, tú ert í.

Endamál:

-øll skulu trívast og kenna seg trygg

-øll skulu vísa fyrilit og umsorgan fyri hvørjum øðrum

-øll skulu taka ábyrgd av egnum gerðum

-menna sjálvsálitið hjá hvørjum einstøkum næmingi

-eingin verður happaður, tvs. at eingin skal taka lut í ella góðtaka, at nakar verður happaður út úr felagsskapinum.

Høvuðsmál:

1. Lærarin hevur leiðsluna.

         a. skipar undirvísingina

         b. hevur ábyrgd av trivnaðinum

       

2. Næmingarnir kenna, at teir eiga lut í avgerðum

a.     næmingar verða tiknir við upp á ráð, t.d. at gera fastar mannagongdir fyri atburði

b.     avgerðir verða tiknar í felag

 

3.   Samstarv og samskifti

a.     millum lærarar

b.     millum lærarar og næmingar

c.     millum næmingar sínámillum

d.     millum lærarar og foreldur

 

Hvussu náa vit málunum?(víst verður til punktini. omanfyri)

1 a. Lærarin lagar undirvísingina eftir einstaka næminginum

1 b. Lærarin skal skapa eitt viðurkennandi umhvørvi. Floksreglur eiga at endurskoðast minst eina ferð um árið. Læraratoymið hevur ábyrgd av, at reglur verða gjørdar.

 

2.a. Floksreglur. Næmingarnir koma sjálvir við uppskotum um neyðugar reglur, fyri at allir skulu hava tað gott. Teir halda betur reglur, sum teir sjálvir hava verið við til at gjørt. Vit eiga at minnast til positivar umformuleringar av reglum. Í staðin fyri at siga “Ikki er loyvt..............” skulu reglurnar ljóða “Øll skulu sleppa..................”

 

2 b. Floksfundir. Fundir um sosiala lívið í flokkinum verða hildnir javnan umleið eina ferð um mánaðin, har næmingarnir sita í ringi. Ábyrgdarlærari hevur ábyrgd av, at fundirnir verða hildnir.

3a. Lærarasamstarv. Læraratoymið tosar saman um, hvussu teir kunnu vera fyrimyndir í fyribyrgingini av happing. Hvussu teir skulu fara við næmingunum, taka teir við í avgerðum, vísa tolsemi mótvegis teimum og hava viðurkennandi hugburð.

3b. Deildir. Fyri at læra næmingarnar at vera saman, kann lærarin gjøgnum árið av og á flyta teir, so at teir hava sitið saman við øllum næmingunum í bólkinum, tá ið árið er farið. Í sambandi við felags- og bólkaarbeiði kann lærarin eisini á ymiskan hátt seta næmingarnar í bólkinum at arbeiða saman, so at allir hava roynt at arbeiða saman við øllum næmingunum. Næmingar kunnu eisini skifta bólk.

Einstaklingasamrøður. Minst eina ferð um árið tosar ábyrgdarlærarin við hvønn einstakan næming. Samrøðan kann verða gjørd út frá einum spurnarblaði og forritinum "Klassetrivsel". Hetta gevur læraranum innlit í sosiala lívið í flokkinum. Tað kann eisini geva læraranum møguleika at fáa eyga á trupulleikar, sum seinni kunnu útvikla seg til happing, um einki verður gjørt. Ábyrgdarlærarin hevur ábyrgd av, at hetta verður gjørt.

3c. Felags upplivingar. Tað hevur týdning fyri samanhaldið í flokkinum at fáa felags upplivingar. Skipað verður fyri tiltøkum fyri at fáa øll við í flokkinum. Felags upplivingar eru t.d.

·               seturskúlar

·               útferðir

·               hugnakvøld

·               morgunøta

·               evnisdagar

·               foreldraviðtalur

·               næmingasamrøður

·               sjónleikur

·               foreldrufundir

·               renningardagur

·               foreldrafundir

·               ársætlan fyri flokkin

·               sangløtur

·               jólahald

·               jólahugni

·               føstulávintshald

·               jólaveitsla fyri hádeildini

·               listaleypurin

Við felags upplivingum hava allir næmingarnir eisini okkurt felags at práta um. Teir koma at kenna nýggjar eginleikar hjá hvørjum øðrum. Næmingar, sum ikki klára seg so væl bókliga, duga okkurt annað og kunnu í ymiskum tiltøkum uttan fyri skúlan verða virdir av floksfeløgunum.

3 d. Foreldra- og lærarasamstarv. Foreldrini verða kunnað um, at skúlin hevur sum mál at fyribyrgja allari happing, og at skúlin væntar, at foreldrini vilja hjálpa til við at náa hesum máli. At tey siga skúlanum frá, um barn teirra ikki trívist og læra børn síni at viðurkenna aðrar næmingar. Skúlin væntar eisini av foreldrunum, at næmingarnir er væl fyri, tá ið teir koma í skúla, væl svøntir,  mettir, reinir, væl fyrireikaðir, at skil er í skúlataskuni, og at teir hava matpakka

Fyri at skapa eitt gott undirvísinarumhvørvi og góðan trivnað hevur Stranda skúli sett LP í verk.

Floksheimasíður

Strandaskúli

Skúlavegur 7

Fo-490 Strendur

Tel. 472730

Skúlastjórin

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  

tlf: 472732/232730

 

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

iPad vegleiðingar

video

Tíðindabræv

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing