Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Reglugerð fyri næmingar í Stranda skúla.

Reglugerð fyri næmingar í Stranda skúla.

 Skúlin væntar, at hvør næmingur kennir tað sum sína skyldu:

 At vera íðin og lýðin, ærligur og sannur

At vera siðiligur og fólkaligur í atburði og orði bæði í skúlanum og uttanfyri

Ikki at bannast ella nýta illavorðin orð

At ansa eftir ferðsluni og halda ferðslureglurnar

At hava fyrilit og vera hjálpsamur og fryntligur

At vera stillur í tímanum og lata hinar næmingarnar fáa frið at arbeiða.

Uppmøting

allir næmingarnir hava skyldu:

at møta rættstundis

at vera væl fyrireikaðir

at hava við sær tað, ið nýtast skal

at lata inn heimaarbeiði til ásetta tíð.

Næmingur má ikki vera frá skúlanum uttan vegna sjúku ella aðrar áneyðir.

Er næmingur vegna sjúku frá skúlanum í longri tíð ella ofta frá í styttri tíð, kann læknaváttan verða kravd.

Næmingur, sum hevur fyri neyðini at biðja frí frá skúla, skal venda sær til kontaktlæraran.

Morgunsangur

 Allir næmingar eiga at møta til morgunsang

Skúlatímin

Tá ið ringir inn, fer hvør næmingur til sína stovu.

Næmingarnir hava skyldu at lata skúlaamboð og ognir hjá øðrum næmingum hava frið.

Amboð, sum næmingurin hevur fingið frá skúlanum, er lán. Heimið hevur tí ábyrgd av, at amboðini verða væl og sámiliga hildin. – Verður beint fyri teimum, hevur heimið endurgjaldsskyldu.

Fríkorter

Tá ið ringir út, fara næmingarnir út so skjótt, lærarin biður teir fara. Eingin næmingur má vera inni, hvørki í stovu ella gong, uttan við loyvi frá læraranum.

Barnadeildini er ikki loyvt at fara út úr skúlans øki í skúla-tíðini uttan loyvi.

Í skúlagarðinum skal alt spæl vera so, at tað verður ongum at meini og ikki forðar øðrum børnum at spæla ótarnað. Bardagi og annar harðskapur verður ikki toldur. Eingin má hava við sær lutir í skúla ella skúlagarðin, sum kunnu vera hættisligir fyri onnur ella sum órógva skúlaarbeiðið.

Eingin má skamfíla skúlahús ella skúlaamboð og skriva ella krita upp á veggirnar. Tað er ikki loyvt at hava knív við í skúla.

Tað er ikki loyvt at súkkla ella koyra knallert í skúlatíðini.

Pappír, matloyvdir og tílíkt skal verða koyrt í ruskíløtini.

Royking er ikki loyvd á skúlans øki í skúlatíðini.

Tað er ikki loyvt at njóta góðgæti í skúlanum.

Telefon og i- pod skulu ikki nýtast í tímunum.

Tað er ikki loyvt at ganga inni í útiskóm.

Floksheimasíður

Strandaskúli

Skúlavegur 7

Fo-490 Strendur

Tel. 472730

Skúlastjórin

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  

tlf: 472732/232730

 

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

iPad vegleiðingar

video

Tíðindabræv

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing