Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Talgild royndarhald á svar.fo

Til allar skúlar, ið hava 4., 6., 8., 9. ella 10. flokk

Talgild royndarhald á svar.fo skúlaárið 2015/2016

Mentamálaráðið hevur tikið avgerð um, at Landsroyndin 2016 í 4. og 6. flokki og skrivligar próvtøkur í 9. og 10. flokki verða talgildar skúlaárið 2015/2016. Royndarhaldini verða skipaði á svar.fo.

Nám/Próvstovan skipa fyri hesum royndarhaldum á svar.fo skúlaárið 2015/2016

  • Jólaroynd í 8., 9. og 10. flokki
  • Várroynd í 9. og 10. flokki
  • Landsroyndin 2016 í 4. og 6. flokki
  • Summarroynd í 8. flokki
  • Próvtøkur í 9. og 10. flokki
  • Sjúkrapróvtøku í 9. og 10. flokki

Endamálið við at brúka svar.fo til jólaroyndina og summarroyndina hjá 8. flokki og jólaroyndina og várroyndina í 9. flokki og 10. flokki er at fyrireika næmingarnar at taka fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Somuleiðis er endamálið at brúka svar.fo til 1. undanroynd til landsroynd og 2. undanroynd til landsroynd í 4. og 6. flokki at fyrireika næmingarnar til sjálva landsroyndina sama ár.

Fyri at tryggja sær at royndin eydnast væl, er best, um allir næmingar hava roynt at rita inn á svar.fo við FirstClass brúkaramerki og loyniorði í góðari tíð áðrenn royndina.

Leiðsla skúlans tekur avgerð um, hvussu skúlagongdin í flokkunum verður skipað royndardagarnar.

Dagfesting: 19. november 2015

Vinaliga

Nám/Próvstovan

Floksheimasíður

Strandaskúli

Skúlavegur 7

Fo-490 Strendur

Tel. 472730

Skúlastjórin

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.  

tlf: 472732/232730

 

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

iPad vegleiðingar

video

Tíðindabræv

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing