Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Warning: copy() [function.copy]: URL file-access is disabled in the server configuration in /home/www/strandaskuli.fo/plugins/content/mavikthumbnails/mavikthumbnails.php on line 668

Warning: copy(http://www.strandaskuli.foimages/Teldlar__Sjvar_kommunu.jpg) [function.copy]: failed to open stream: no suitable wrapper could be found in /home/www/strandaskuli.fo/plugins/content/mavikthumbnails/mavikthumbnails.php on line 668
Týsdagur, 27 November 2012 13:43

Ipad í Stranda skúla

Skrivað hevur 
Atkvøð
(0 atkvøður)

Teldlar í Sjóvar kommunu

Teldil (iPad) verður framtíðar arbeiðsamboð í Stranda skúla

Teldlar sum undirvísingaramboð í Stranda skúla.

Í sambandi við viðgerðina av framtíðar KT-ætlan fyri Stranda skúla, verður digitalisering mett at vera rættiliga umráðandi,
vísandi til, at frítíðin og framtíðin hjá næmingunum vil vera digital.
Vit liva í eini broytingartið, har ið tað gongur sera skjótt við menningini á KT-økinum,
og børnini eru skjót at tilpassa seg til teir nýggju møguleikarnar, sum eru ein partur av teirra gerandisdegi,
og skúlin fer at fáa tað truplari við at fanga næmingarnar, um skúlin ikki fylgir við á KT-økinum.

Loysnin á KT-økinum higartil hevur verið, at skúlin eigur nakrar teldur, sum so verða nýttar skiftivís av næmingunum.
Hetta er ikki tann besta loysnin, vísandi til at hetta virkar avmarkandi fyri KT-nýtsluna í skúlanum.
Í eina tíð hava næmingarnir havt sína egnu teldu við í skúla, tá brúk hevur verið fyri hesum,
men hetta hevur ikki verið optimalt, og eftir okkara uppfatan, kunnu vit ikki krevja, at næmingurin sjálvur hevur KT-útgerðina við í skúla.

Stranda skúli hevur samvirknar talvur í øllum skúlastovunum, og gevur hetta møguleikar fyri menningin á undirvísingarøkinum,
men tú fært ikki fulla nyttu burturúr íløguni í talvurnar, um næmingarnir ikki eisini kunnu luttaka aktivt á KT-økinum,
so arbeitt hevur verið við einari loysn, har allir næmingar hava eitt KT-amboð, tvs. ein teldil fyri hvønn næming. 

Eftir drúgva viðgerð og kanningararbeiði, bleiv avgerð tikin um at keypa teldlar frá Apple ístaðin fyri aðrar teldlar og farteldur, tí mett var, at 

• teldilin (IPAD) frá Apple á besta hátt kann lyfta ætlanina á undirvísingarøkinum
• teldilin er lættur at nýta • tú ert á beinanvegin, og missir ikki tíð til uppstart
• teldilin ikki krevur nógv av KT-umsitara
• uppladaður heldur teldilin til ein heilan dag í skúlanum
• íløgan rakar rættari, vísandi til at íløgan er so tætt við brúkaran
• teldilin stuðlar undir KT-politikkin hjá skúlanum
• teldilin fer at lyfta støðið í undirvísingini, serliga hjá teimum sum hava tungt við at læra

Teldilin stuðlar eisini undir visiónina hjá skúlanum, sum verandi eitt aktivt arbeiðsamboð, bæði hjá børnum og lærarum.

Í undirvísingarhøpi er umráðandi, at KT-tøknin virkar væl. Hetta er ein treyt, um tað skal eyðnast at fáa lærararnar at nýta tøknina. 
Vánaligar arbeiðsumstøður flyta fokus og skapa frustratiónir, bæði hjá lærarum og næmingum.
Vit teldlinum er allur flokkurin uppkoblaður upp á nøkur sekund, og royndir aðrastaðni vísa, at tað eru fáar feilmeldingar
og teldilin verður nýttur sum eitt natúrligt amboð í skúlunum.

Eisini vísa rondir, at serliga børn við innlæringstrupulleikum hava gleði av hesi tøknini, bæði tí at innlæringin verður lættari
og tí at tey nýta somu amboð sum restin av flokkinum og tí ikki føla seg at vera annarleiðis,
tí øll børn og ung hava brúk fyri at føla, at tey eru við í felagsskapinum. 

Vit vilja gera heimin minni og Sjóvar kommunu størri.

 

Lisið 2204 ferðir Last modified on Hósdagur, 02 Februar 2017 10:22

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

iPad í skúlanum

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing