Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Spæliðið fingið prógv 24. mai 2019

 spalilidid24mai2019Spæliðið fingið prógv.

 

Næmingarnir, sum hava verið við í spæliðnum hetta skúlaárið, fingu í morgun handað prógv frá borgarstjóranum.

Vit í Stranda skúla fegnast um røsku næmingarnar og takka teimum fyri megnar arbeiðið, tey hava gjørt. Spæliliðið eru næmingar í hádeildini, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at spæla saman við yngru næmingunum í byrjanar- og miðdeildini. Endamálið er at fáa næmingarnar kropsliga virknar og at skapa lív í skúlagarðinum í fríkorterunum. Dentur verður lagdur bæði á rørslu og sosialan trivnað.

Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir á Spæliliðnum hava onkran at venda sær til.

Sunnivá F. Johansen og Judit Johansen mangla á myndini.

 

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

iPad í skúlanum

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing