Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Lærarastørv í Stranda skúla 2018-2019

lararastarvLærarastørv í Stranda skúla

Skúlaárið 2018/2019 

 

 

Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2018.

 

  • Eitt fast starv, ið fevnir um undirvísing í miðdeild í m.a. støddfrøði, náttúru og tøkni, dreingaítrótti og smíð. Umsøkjarin skal harumframt vera telduvørður.
  • Trý tíðaravmarkað størv vegna niðursett tímatal og avlopstímar:
  • Einum lærara at undirvísa í støddfrøði og ítrótti í byrjanardeild og hádeild.
  • Einum lærara at undirvísa í byrjanardeild umframt lívfrøði í hádeild.
  • Einum lærara at undirvísa í byrjanardeild. Hetta starvið er ikki fulla tíð.

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

Søkt verður eftir lærarum, sum

 

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
  • halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
  • eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
  • eru vanir at nýta teldil í undirvísingini

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tey tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2018 – 2019.

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. juni 2018 kl. 13.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 472732 ella tlf. 232730.

 

 

 

 

Stranda skúli hevur komandi skúlaár um 130 næmingar og um 18 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

iPad í skúlanum

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing