Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Gandafloytan

 listaleypurin 2

Fríggjamorgunin 12.01.18. Klokkan 9.00 fær Stranda skúli vitjan av Listaleypinum.

GANDAFLOYTAN eftir Mozart er ein heimskendur klassikari innan operu við stórfingnum tónleiki og hugkveikjandi søgu um kærleika og moral við nógvum fløkjum um tað góða og tað ónda, eydnu og óeydnu.


Søgan er ævintýrlig og skemtilig og rúmar eisini stórar spurningar so sum kærleika, foreldur-barn ósemju, gand, lygnir, moral og skilnað.

Við einum frásøgufólki leiða vit børnini ígjøgnum alla søguna, og vit framføra tey bestu tónleikabrotini frá operuni við tveimum ordiligum operasangarum frá Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn.

Har verða tískil bæði ariur(eitt nú tann sera kenda arian Náttarinnar Drotning) og eisini duettir við sangarunum.

Tónleikarnir eru eisini við á palli, umframt pallur og búnar. Næmingar og lærarar fáa eina kenslu av at uppliva eina ordiliga operu. 

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

iPad í skúlanum

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing