Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Lærarastørv í Stranda skúla 17/18

lararastarv Lærarastørv í Stranda skúla

 Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2017.

 

 

Trý tíðaravmarkað størv skúlaárið 2017/2018 vegna farloyvi og niðursetta tíð:

  • Eitt lærarastarv, ið fatar um undirvísing í støddfrøði, náttúru og tøkni, teldu, vera telduvørður og kunna undirvísa í ítrótti fyri dreingir.
  • Eitt lærarastarv, ið fatar um undirvísing í støddfrøði í byrjanardeild og hádeild og ítrótti/svimjing fyri dreingir.
  • Eitt lærarastarv, ið fatar um undirvísing í føroyskum,  heimstaðarlæru, støddfrøði, tilevning ítrótt/svimjing í byrjanardeildini og lívfrøði í hádeildini.

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

 Lønar- og setanartreytir

 

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum tíðaravmarkað størv fyri skúlaárið 2017 – 2018.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
  • halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
  • eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum

 

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,  

Hans Petur Jacobsen,

This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

ella

Stranda skúli

Skúlavegur 7,

490 Strendur,

í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. juni 2017 kl. 12.00.

 

 

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen tlf. 472732 ella tlf. 232730.

 

Stranda skúli hevur komandi skúlaár um 115 næmingar og um 17 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo  

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

Ipad Strendur

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing