Font Size

Profile

Layout

Direction

Menu Style

Cpanel

Stranda skúli talgildar bøkur frá Námi

Stranda skúli er næsti skúli í røðini at skriva undir fasthaldssáttmála um alt tað talgilda tilfarið frá Námi.

middeildin

Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri í Stranda skúla er somuleiðis fegin um nýggja sáttmálan millum Nám og Stranda skúla.

-Nú kunnu vit í munandi størri mun nýta teldlarnar, ið okkara næmingar hava. Vit hava havt teldlar til øll, næmingar og lærarar í 4 ár. So tað er í tøkum tíma, at vit nú fáa atgongd til alt tilfarið frá Námi á ein skipaðan og lættan hátt. Øll rita inn við tí sama brúkaranum, ið okkara næmingar longu hava frá Námi til teldupostskipanina. Brúkaraumsitingin er løtt, tí bókaskipanin tekur næmingarnar úr okkara databasa, ið vit longu hava og røkja, so her er einki umsitingarligt eykaarbeiði. Tað ger, at vit kunnu miðsavna okkum um tann námsfrøðiliga partin. Og júst tað er okkara styrki. Við hesum sáttmálanum fer undirvísingin aftur at snúgva seg um námsfrøði í staðin fyri umsiting av tøkni.

Báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna.

Kelda: http://snar.fo/skipan/kunning/news/stranda-skuli-talgildar-boekur-fra-nami/

Floksheimasíður

Office 365 innritan

office365

Ipad Strendur

Vøllurin og fimileikarhøllin

vollur

Ítróttur og svimjing

itrottursvimjing